Íslendski HM-hópurin er úttikin

Ísland er í HM-endaspælinum í Svøríki og Pólandi í bólki við Portugal, Ungarn og Suðurkorea

Íslendski landsliðsvenjarin, Guðmundur Guðmundsson hevur tikið út hópin hjá Íslandi, ið skal kappast í HM-endaspælinum í manshondbólti, ið verður í Svøríki og í Pólandi eftir nýggjár.

 

Bert ein leikari úr bestu íslendsku deildini er við í hópinum, og er tað veteranmálverjin, Björgvin Páll Gústavsson sum spælir við íslendska meistaraliðnum, Vali.

 

Íslendski hópurin við tali av landsdystum av málum:

 

Málverjar:

Ágúst Elí Björgvinsson, Ribe Esbjerg (47/2).

Björgvin Páll Gústavsson, Valur (244/16).

Viktor Gísli Hallgrímsson, HBC Nantes (35/1).

Vinstru vengur:

Bjarki Már Elísson, Telekom Veszprém (91/291).

Hákon Daði Styrmisson, Vfl Gummersbach (8/25).

Vinstru bakkar:

Aron Pálmarsson, Aalborg Håndbold (158/618).

Elvar Ásgeirsson, Ribe Esbjerg (9/17).

Ólafur Andrés Guðmundsson, GC Amicitia Zürich (137/269).

Spælskiparar:

Elvar Örn Jónsson, MT Melsungen (54/140).

Gísli Þorgeir Kristjánsson, SC Magdeburg (39/76).

Janus Daði Smárason, Kolstad Håndball (58/83).

Høgru bakkar:

Kristján Örn Kristjánsson, Pays d´Aix UC (21/29).

Ómar Ingi Magnússon,Magdeburg (66/216).

Viggó Kristjánsson, SC Leipzig (33/76).

Høgru vengur:

Óðinn Þór Ríkharðsson, Katteden Schaffhausen (16/55).

Sigvaldi Björn Guðjónsson, Kolstad Håndball (49/127).

Strikuleikarar og verja:

Arnar Freyr Arnarsson, MT Melsungen (71/81).

Elliði Snær Viðarsson, Vfl Gummersbach (23/30).

Ýmir Örn Gíslason, Die Rhein-Neckar Löwen (64/34).

 

Skráin fyri bólkaspælið hjá Íslandi er hendan: 

 

12. januar Ísland – Portugal kl. 18:30

 

14. januar Ísland – Ungarn kl. 18:30

 

16. januar Ísland – Suðurkorea kl. 16:00

 

Ísland spælir tveir venjingarlandsdystir móti Týsklandi í Bremen og Hannover, 7. og 8. januar. 

 

Íslendingar fara at halda til í Kristianstad í Skåne í Svøríki undir HM-endaspælinum, har fyrsta málið er at vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Portugal hevur ment seg nógv seinnu árini, og Ungarn er altíð eitt sterkt lið, so íslendingar mugu spæla upp til sítt besta fyri at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.