Leita á in.fo

Tróndur Arge 25.08.2016 (11:17)

Jákup á Borg gevst

- Hey góðu vinir, viðhaldsfólk, viðspælarar og mótspælarar. Eg skal við hesum staðfesta, at alt her í lívinum fær ein enda. Eisini mín karriera sum aktivur fótbóltsspælari, sigur Jákup á Borg, sum nú gevst sum fótbóltsspælari.

 

(Samrøða við Jákup á Borg er í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag)

 

- Jógvan Norðbúð, sáli, gav mær møguleikan á besta liðnum hjá B36 í 1996. Eftir 21 ár, nærum 400 dystir og (met)nógv mál havi eg valt at siga, at nokk er nokk, skrivar liðskiparin hjá B36.

 

- Hetta hevur verið ein fantastisk ferð. Eg havi havt eina rúgvu av góðum venjarum, spælt við einari rúgvu av góðum spælarum og – týdningarmest av øllum – eg havi møtt eini asens rúgvu av góðum menniskjum. Saman við hesum havi eg flent og grátið. Vit hava runnið og barst fyri hvønn annan og óteljandi vinarbond fyri lívið eru knýtt hesi árini.

 

- Eg havi altíð sagt, at eg fegin vil geva pláss til yngri kreftir í felagnum. Nú er tíðin komin, og í felagnum eru vit vælsignað við at hava eina rúgvu av ungum evnaríkum spælarum, sum eru meira enn klárir at skumpa hendan ”grumpy-old” spælaran til síðis. Vitanin um, at fleiri standa til reiðar at taka við, samstundis sum skaðarnir ikki gerast færri í tali við árunum, hava gjørt, at avgerðin, sum nú er tikin, var heldur lættari at taka.

 

- Fram til kappingarlok fari eg sjálvandi at hjálpa Eyðuni og Effo-hópinum, men nú verður tað bert sum venjari. Kanska Eyðun loyvir mær at spæla nakrar minuttir í seinasta heimadysti okkara, so eg – um eg eri nóg væl fyri – fái sagt eitt ordiligt farvæl við trúføstu áskoðararnar, sum gjøgnum øll hesi árini hava stuðlað mær og liðnum so væl.

 

- Takk fyri, at tit í B36 hava tikið tykkum so væl av mær. Heilt frá ungdómsvenjarunum so sum Annfinn Danielsen og Jacob Thomsen, og til tykkum øll, sum hava sitið í nevnd felagsins hesi árini.

 

- Og so vil eg sjálvandi eisini takka mínari fantastisku familju, konu, børnum, foreldrum, verforeldrum, mammubeiggja, vinum, og ikki minst systkjum mínum fyri tann stuðulin, sum hesi altíð hava givið mær. Eg kann á ongan hátt yvirmeta tann týdning, sum tykkara stuðul hevur havt fyri meg (eisini hóast eg ikki altíð hava uppiborið tykkara stuðul).

 

- Hvat framtíðin hevur at bjóða, fái eg sjálvandi at síggja. Eg havi seinastu tvey árini roynt meg sum hjálparvenjara, umframt at eg eisini havi havt venjarauppgávur hjá yngru liðum okkara. Eg taki A-prógv sum venjari í løtuni, og eg haldi meg trívast sera væl í leiklutinum sum venjari. So fáa vit at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða innan tann partin av fótbóltslívinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her