Leita á in.fo

Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B36 skilur ikki, at Alex Troleis vísti hann niðan á áskoðaraplássini

Heri Simonsen 20.09.2017 (21:40)

Jákup á Borg skilur ikki burturvísingina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av teimum trimum málunum B36 fekk ímóti TB/FCS/Royn í 3-0 heimasigrinum á ovara vølli í Gundadali í Havn í kvøld.

 

2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36, sum í fyrra hálvleiki var burturvístur av Alex Troleis, dómara.

 

Jákup á Borg sigur seg ikki skilja burturvísingina, og sigur seg ikki hava sagt nakað ófantalig, men sigur bara hava givið til kennar, at hann er ógvuliga kenslusamur, tá tað kemur til fótbólt. Hann heldur, at Alex Troleis ikki hevur fingið rætt við tað, sum hann hevur sagt, og Jákup ætlar at ringja til Alex at fáa eitt prát um hetta.

 

Sum venjari annars er Jákup á Borg fegin um sigurin, góðu gongdina, og ikki minst, at Patrik Johannesen setti eitt frísparksmál í kassan. Jákup á Borg trýr tú ikki, at Víkingur fer at snáva í FM-stríðnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her