Leita á in.fo

Tróndur Arge 12.06.2018 (20:30)

Jákup á Borg: Skulu tora at verða favorittar

Í B36 eru tey fegin um lutakastið í Europa League, tí marran var Prishtina úr Kosovo, men tað bleiv til St Joseph’s úr Gibraltar. Nú vil venjarin, at spælararnir tora bjóða av

 

Les eisini: B36 til Gibraltar og KÍ til Malta

 

-Vit eru glaðir fyri lutkastið og eru helst favorittar at koma víðari. Tað ætla vit okkum eisini, men eg kenni ikki meiri til liðið, enn at teir blivu nummar trý í landskappingini. Eg havi nú biðið um at fáa tríggjar teir seinastu dystirnar hjá teimum á sjónbandi, sigur Jákup á Borg, og leggurafturat:

 

-Vónandi blívi eg klókari eftir tað. Eg havi eisini tosað við Lukasz Cieslewicz, tí beiggi hansara, Adrian, spældi móti einum liðið úr Gibraltar í fjør. Helst eru teir nakað sterkari enn tá HB vann á teimum í 2014, men føroyska kappingin er eisini blivin sterkari, sigur Jákup á Borg.

 

Bestu føroysku úrslitini í Evropa hevur Víkingur. Sermerkt við liðnum var, at teir vóru væl skúlaðir og taktiskt snildir. B36 ber tó ikki orð fyri sær, at spæla við nógvum verjukendum snildum. Venjarin ásannar at tað kundi verið ein loysn, at vart væl, heldur enn at spæla tiltika álopsfótbóltin.

 

-Eri við til eitt vist, men ikki so ikki meir enn tað. Í eini støðu, har vit eru favorittuar, skulu vit tora at spæla sum vit plaga í Evropa. Hví broyta so nógv til ein dyst, spyr Jákup á Borg og leggur afturat: 

 

-Eg skilji hvat tey siga, men eg eri bara ikki samdur. Vit hava spælarar til at takla dystirnar, sum vit gera í Føroyum, so hví ikki gera tað í Evropa, sigur Jákup á Borg.

Europa League:

28. juni:

B36 - St Joseph's

Birkirkara - KÍ

 

5. juli:

St Joseph's - B36

KÍ - Birkirkara


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her