Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.01.2018 (20:22)

Jákup verður verandi í Thisted

Jákup Thomsen, sum hevur sáttmála við FC Midtjylland, verður verandi í Thisted, restina av kappingarárinum.

 

Hann bleiv leigaður út til Thisted í summar og hevur í heyst spælt sjey dystir fyri felagið, sum spælir í donsku 1. deild.

 

Nú hava feløgini bæði longt leigusáttmálan, so at hann eisini verður galdandi í vár.

 

Svend Graversen, sum er ítróttarstjóri í FC Midtjylland, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at tað týdningarmesta fyri felagið og Jákup Thomsen sjálvan, er at hann spælir regluliga á einum høgum støði.

 

- Tað fær hann møguleika til í Thisted, sum vit hava eitt gott og tætt samstarv við, sigur hann.

 

Hóast Jákup Thomsen hevur spælt sjey dystir í heyst, so hevur hann einans byrjað inni í einum teirra.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her