Jallurin basti Erlu

Kappingin millum 5-mannaførini við kvinnum var framúr spennandi

Blái Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri var aftur í kvøld fremstur í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum.

Talan var um rættiliga skiftandi og spennandi róður.

Í startspurtinum var Drekin framvið, og hann kappaðist við Jallin um fremsta plássið.

Erla Kongsdóttir tóktist missa eitt sindur og var eina løtu tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Jallin.

So dovnaði Drekin, og tað sá út til, at Jallurin fór at vinna tryggan sigur.

Men so var tað, at tær úr Fuglafirði av álvara tóku seg saman. Í endaspurtinum leið væl betri eftir hjá Erlu Kongsdóttir, enn tað gjørdi hjá Jallinum, sum tó var undan Erlu um málið, og harvið er Jallurin stórfavorittur at vinna FM.

 

1 Jallurin 05.21.03

2 Erla Kongsdóttir 05.21.25

3 Drekin 05.24.39

4 Sílið 05.26.06

5 Teistin 05.28.37

6 Tekla 05.42.22

 

FM støðan

1 Jallurin 21

2 Erla Kongsdóttir 17

3 Drekin 16