Leita á in.fo

Tróndur Arge 03.01.2018 (20:05)

Jamie Carragher: Tað gevur ikki meining

Stóra søgan í bæði enskum og sponskum miðlum í gjár var, at FC Barcelona nú aftur er eftir bóltsnillinginum í Liverpool, Philippe Coutinho. Søgurnar siga alt frá, at splæarin skal hava sagt at hann ikki spælir við Liverpool aftur, til at FC Barcelona er til reiðar at gjalda 830 milliónir krónur í útgjaldi, umframt upp til 300 milliónir krónur, alt eftir hvussu hann klárar seg.

 

Les eisini: Barcelona aftur eftir Coutinho

 

Í summar var boðskapurin púra greiður úr Liverpool. Philippe Coutinho var ikki til sølu, hóast spanskir miðlar søgdu seg vita bæði eitt og annað. Nú er murran ein onnur. Liverpool hevur einki meldað út, meðan málburðurin hjá Jurgen Klopp, venjara hjá Liverpool, ikki longur er so bestemtur.

 

Jamie Carragher, sum í dag er ein av mest framtraðkandi viðmerkjarunum hjá Sky Sports, heldur at tað gevur lítla meining fyri Liverpool at selja Philippe Coutinho nú.

 

- Tað besta Liverpool kann gera, er at avtala ein góðan prís fyri Coutinho til í summar, sum Liverpool hevur gjørt við Naby Keita. Hvat fær felagið burturúr at selja hann nú? Topp fýra og víðari luttøka í Champions League stendur upp á spæl, um teir selja hann í januar. Og tað er torført at finna ein avloysara nú, sigur Jamie Carragher, fyrrverandi spælari í Liverpool, á Twitter síðuni hjá sær.

 

Spanskir miðlar sum Mundo Deportivo og AS Sport skrivaðu í gjár, at sølan nærkast, meðan Liverpool Echo í gjárkvøldið skrivaði, at Liverpool ikki hevur broytt støðu frá í summar, og hetta tað ósannlíkt, at skiftið fór fram nú í januar.

 

Ein dystur er í Premier League í kvøld. Tað er grannauppgerðin millum Arsenal og Chelsea. Dysturin byrjar klokkan 19.45.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her