Leita á in.fo

Jens R. Weihe í bláum til vinstru í myndini

Danjal av Rana 15.05.2018 (12:25)

Jens Reinert Weihe var skjótastur í Keypmannahavn

Fleiri føroyingar luttóku sunnudagin í maratonkappingini í Keypmannahavn, og hjá onkrum teirra gekk heilt væl.

 

Cecil Weihe bleiv nummar trý í bólkinum menn 50 til 54 ára gamlir, meðan Jens Reinert Weihe gjørdi sum hann er vanur at gera í Keypmannahavn og vann sín bólk, menn 70 til 74 ára gamlir. Tíðin hjá Cecil Weihe var 2 tímar 50 minuttir og 6 sekund, meðan tíðin hjá Jens Reinert Weihe var 3 tímar, 30 minuttir og 15 sekund. Cecil Weihe gjørdist eisini føroyameistari í hálvmaraton fyri tveimum vikum síðani.

 

Vinnararnir í Keypmannahavn gjørdust William Nyarondia Morwabe úr Kenja hjá monnunum við tíðini 2 tímar, 11 minuttir og 15 sekund og Shasho Insermu úr Etiopia hjá kvinnunum, við tíðini 2 tímar, 32 minuttir og 17 sekund.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her