Leita á in.fo

Mynd: (Savnsmynd/Polfoto) Jóan Símun Edmundsson í dysti fyri besta liðið hjá OB móti Brøndby

Tróndur Arge 12.03.2018 (18:48)

Jóan Símun bankaði Brøndby

Jóan Símun Edmundsson er útifrystur í OB, eftir at sáttmálasamráðingarnar ikki komu upp á pláss. Toftamaðurin hevur fyrr sagt, at hann spælir við fullari orku, hóast OB ikki gevur honum møguleikan á besta liðnum.

 

- Eg takið bara teir minuttirnar, sum eg fái óansæð á hvørjum liði tað er á. Men tað er onki, sum bendur á at eg komi at starta flerir dystir hetta kappingarárið, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Í dag hevur hann skorað tvey mál, tá eykaliðið hjá OB vann heili 7-1 á eykaliðnum hjá Brøndby IF. Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at Jóan Símun Edmundsson er ísakaldur frammanfyri málinum í báðum málunum.

 

Brøndby IF var annars á odda 1-0, men føroyski bóltsnillingurin vendi dystinum einsamallur upp á tríggjar minuttir. Fyrst javnaði hann til 1-1 og tríggjar minuttir seinni legði hann OB á odda 2-1. Jóan Símun Edmundsson spældi 65. minuttir.

 

- Dysturin í dag var fínur frá okkara síðu. Vit fingu skapt eina rúgvu og spældu fínan fótbólt ein stóran part av dystinum. Haldi at eg spældi umleið 65 minuttir, áðrenn eg bleiv skiftur út við einum snuddi. Men tað var bara eitt slag, so hevði ikki so nógv uppá seg, sigur toftamaðurin.

 

Jóan Símun Edmundsson hevur sáttmála við OB til í summar. Hann hevur víst á, at hann ynskir at spæla í eini størri deild enn Danmark. Sum sáttmálaleysur spælari kann hann ókeypis skifta til annað felag í summar. Føroyski landsliðsspælarin hevur loyvi til at samráðast uttanum OB seinasta hálva árið av sáttmálanum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her