Leita á in.fo

Tróndur Arge 10.01.2019 (13:54)

Jóan Símun: Vóni at verða klárur

Stóra týska blaðið Bild, skrivaði herfyri at Jóan Símun Edmundsson er klárur bjarga Arminia Bielefeld, tá seinna hálva av 2. Bundesliguni verður sparkað í gongd síðst í hesum mánaðinum. 

 

Les eisini: "Edmundsson má bjarga Arminia" (Bild)

 

Jóan Símun Edmundsson fekk ein keðiligan knæskaða í november, sum millum annað gjørdi at hann ikki fekk spælt seinastu tveir dystirnar í Nations League fyri føroyska landsliðið. Hann er nú aftur á vøllinum, men tað er ikki heilt gott enn.

 

- Tað følist ikki ordiliga gott enn. Eg havi vant rímuliga nógv við liðnum, síðani vit byrjaðu aftur, men tað eru enn ávís ting, sum eg havi trupulleikar við at ger, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Arminia Bielefeld spælir aftur í 2. Bundesliguni 30. januar. Tá spæla Jóan Símun Edmundsson og liðfelagirnir á útivølli móti SG Dynamo Dresden, men tað er eitt sindur óvist um toftamaðurin verður við.

 

- Eg vóni tað, men um tað ikki blívur betri tær næstu vikurnar, verið eg noyddur at trappa niður, tá ið tað kemur til venjingarmongdina, sigur Jóan Símun Edmundsson.

 

Liðið er í løtuni á 14. plássi og bara fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Nýggjur venjari í felagnum er 59 ára gamli Uwe Neuhaus.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her