Leita á in.fo

Pætur Albinus 10.10.2017 (10:55)

Jóannes: Vit skuldu havt 4 stig afturat

Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Ungarn. Beint áðrenn venjingin endaði, fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Jakobsen, sum er hjálparvenjari hjá landsliðnum.

 

Síggj alla samrøðuna við at trýsta á píliin á myndini

 

- Sæð yvir alla kappingina, so eru vit sjálvandi væl nøgdir. Men eg haldi vit skuldu havt 4 stig afturat teimum 9, sum vit hava vunnið, sigur Jóannes Jakobsen í samrøðu við FSF Varpið.

 

Les eisini: (Liðfelagir) Gunnar Nielsen er eitt grenj

 

In.fo hevur gitt, at tað verða fleiri broytingar á landsliðnum hesaferð. Væntað verður, at Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Róaldur Jakobsen og Viljormur Davidsen detta úr uppstillingini, meðan Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, René Shaki Joensen og Ári Mohr Jónsson koma inn.

 

Les eisini: (Liðfelagir) Viljormur er lekrast

 

Vit gita: 3-4-3 (Talan er nokk meiri um eina 5-4-1, men tað er lættari at seta tað soleiðis upp)

Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson – Jónas Tór Næs, René Shaki Joensen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson – Sølvi Vatnhamar, Gilli Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her