Leita á in.fo

Jóhan á Plógv Hansen knýtir nevan eftir eitt av teimum fýra málunum í dag.

Pætur Albinus 06.01.2019 (20:30)

- Jóhan er tilreiðar

Danska manslandsliðið spældi í dag seinasta venjingardystin undan HM-kappingini, sum byrjar hósdagin í Danmark og Týsklandi. Eins og hóskvøldið, so var venjingardysturin í dag ímóti Ungarn.


Hóskvøldið vann Danmark 33-19, men í dag var vent í holuni. Ungarn rann undan í fyrra hálvleiki og var á odda heili 16-8 í hálvleikssteðginum. Tað endaði við, at Ungarn vann dystin 28-25.


Ein, sum var við til at minka um munin í seinna hálvleiki, var innskifti føroyingurin, Jóhan á Plógv Hansen. Hann var eyðsýndur og skeyt fýra mál av høgra vongi.


- Vit hava fingið prógv fyri, at um Hans Lindberg (37 ár) og Lasse Svan Hansen (35) ein dag gevast, so er Jóhan (á Plógv Hansen, red.) tilreiðar, segði frásøgumaðurin á TV2, Thomas Kristensen.


Vandi er tó fyri, at Jóhan á Plógv Hansen hóast alt ikki sleppur við til HM. Í venjingardystunum hevur hann verið avloysari fyri Hans Lindberg, sum nú er í bata og, sambært TV2, fer at venja róliga aftur í morgin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her