Leita á in.fo

Pætur Albinus 10.01.2019 (18:30)

Jóhan tilreiðar til útlandið

- Eg havi tað fantastiskt í Bjerringbro-Silkeborg, men upp á eitt ella annað tíðspunkt vil eg gjarna víðari til eitt útlendskt felag, og eg føli meg tilreiðar til tað.


Hetta sigur føroyski høgri vongurin á danska landsliðnum í hondbólti, Jóhan á Plógv Hansen, sum seinastu vikuna hevur skotið tvey og fýra mál fyri Danmark í tveimum venjingardystum ímóti Ungarn.


Les eisini: - Jóhan er tilreiðar


- Hetta gevur mær hug til fleiri landsdystir. Um eg komi til týskan ella franskan hondbólt, so betrar tað um mínar møguleikar fyri at fáa eitt pláss á landsliðnum framyvir, sigur Jóhan í samrøðu við Horsens Folkeblad.


- Daman hevur játtað seg til at koma við uttanlands. Hon er í holt við lesnað, sum hon kann halda fram við umvegis netið, sigur hann víðari.


Jóhan á Plógv Hansen er 24 ára gamal. Hann er uppvaksin í Kyndli, men flutti sum ungur til Skanderborg at spæla hondbólt, haðani hann í 2015 skifti víðari til Bjerringbro-Silkeborg, har hann í dag er ein av lyklaleikarunum.


Les eisini: Jóhan á Plógv valdur frá


Danmark spælir í kvøld kl.19.15 fyrsta dystin í HM-endasæplinum ímóti Kili. Jóhan er sum væntað ikki við í hópinum, av tí at teir royndu Hans Lindberg og Lasse Svan Hansen eru teir útvaldu á høgra vongi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her