Jonas: Hetta er s¤¤¤¤ ergiligt

(Frá Rás2) Fyri KÍ-liðskiparan var tað sárt at missa sigurin í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

Liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen iðrar seg um, at hann og liðfelagarnir ikki vunnu enn ein góðan sigur á Víkingi, eins og teir gjørdu í trimum dystum í fjør. Víkingur javnaði til 2-2 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, og tað ergrar Jonas Flindt Rasmussen seg um.

 

Jonas Flindt Rasmussen tekur eitt sindur dýran til um málið: - Tað er s¤¤¤¤ ergiligt, staðfestir hann. Liðskiparin hjá KÍ heldur, at Víkingur hevði ikki tað nógva at koma við, og KÍ vardi væl, men so vóru teir ikki árvaknir við dystarlok, og tað kostaði.

 

Jonas Flindt Rasmussen ásannar, at KÍ seinastu tvær ferðirnar hevur havt góðar 2-1 sigrar í pottinum, men í báðum førum er tað enda við javnleiki 2-2. Hann heldur ikki KÍ hevur teir tiltiknu marginalarnar við sær í løtuni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jonas Flindt Rasmussen aftaná 2-2 javnleikin millum Víking og KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu.