Jónas: Hoyvíkingar eru sterkir á heimavølli

Hóast teir kanska ikki hava havt so stórar trupulleikar av tí í ár, mistu H71 fleiri profilar undan kappingarbyrjan. Ein av teimum er Jónas G. Djurhuus sum í ár spælir við HØJ í næstbestu donsku deildini. Her tosar hann um FM-finaluna og um hvussu tað er at spæla í Danmark.

 

Hvat er størsti munurin at spæla í Føroyum og Danmark?

 

– Tað er øðrvísi uppá nakrar mátar. Tað eru eitt sindur fleiri lið, sum ger, at dystirnir verða meira fjølbroyttir, av tí man møtir fleiri liðum og fleiri ymsum leikarum. Serligir munir á hondbóltinum eru nokk, at tað danska spælið er eitt sindur meira skipað, tað verður spælt meira system kent, har avtalurnar verða hildnar í størri mun, har tað í Føroyum meira er mann mann spælið ið verður raðfest. Tekniskir feilir verða eisini straffaðir harðari í Danmark, tað viðførir, at tað verður ikki spælt líka risikosinnað í Danmark. Tað krevur eisini tilvenjing til fysikkin í donskum hondbólti, ið er eitt vet hægri enn í Føroyum.

 

Hevur tú fylgt væl við føroysku kappingini?

 

– Ja eg havi fylgt væl við og haldi eisini, at kappingarárið hevur verið sera spennandi, við nógvum góðum dystum.

 

Hvat eru møguleikarnir hjá H71 at vinna seinnu finaluna?

 

– Møguleikarnir hjá H71 eru góðir, serliga við tí havandi í huga, at teir nú leika á heimavølli, har vit vanliga eru sterkir. Tað sum er alt avgerandi, verður dagsformurin. Stendur verjan eins væl og hon gjørdi í seinna hálvleiki í fyrru finalu, og vit eru eitt sindur hepnari í álopsstøðu, so skuldi møguleikarnir verið góðir. Trýstið er óivað á Neistamonnunum, so H71 kunnu fara rímuliga frítt til uppgávuna og hava fokus á egið spæl.

 

Er tað nakað serligt tú saknar við Føroyum?

 

– Tað eg sakni mest er nokk tað góða samanhaldið og stuðulin, ið er í Hoyvík. Tað er sjálvandi eisini ein saknur í ikki at vera við, tá H71 skal leika finalu, men eg vóni og trúgvi uppá, at teir nokk skulu klára tað!