Julian Johansen, venjari hjá Kyndli hevur longu givið H71 favorittleiklutin í steypafinaluni hjá monnum
Heri Simonsen 11.02.2018 (19:25)
Julian: H71 er greiður favorittur í steypafinaluni
Fyri fyrstu ferð í fýra ár er Kyndil annað liðið í finaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Kyndil vann 29-26 á VÍF í Vestmanna, og vann ein samlaðan 57-51 hálvfinalusigur.
Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 21-18 á Neistanum, og vann harvið ein samlaðan 58-53 hálvfinalusigur.
- Vit eru troyttir av standa sum vaktarmenn, og at selja pylsur, slær Kyndilsvenjarin, Julian Johansen fast.
Tíðliga í fyrra hálvleiki, tá VÍF var á odda 9-6, og tað var talan um samlaðan javnleik tók Julian Johansen Time Out fyri at rætta uppá verjuspælið, og tað hjálpti. Løtu seinni var javnleikur 9-9, og liðini fylgdust til Kyndil ímóti dystarenda fór framum.
Seinastu løtuna vardi VÍF langt frammi á vøllinum, men Julian Johansen undirstrikar, at tað vóru hansara menn fyrireikaðar uppá, og hann fegnast um, at kyndilsmenn spældu seg væl úr teimum støðunum.
Julian Johansen blakar favorittleiklutin í steypafinaluni yvir á H71, sum hann metir eru greiðir favorittar í steypafinaluni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr telefonsamrøðuna Rás2 gjørdi við Julian Johansen beint aftaná Kyndil fyri fyrstu ferð síðani 2014 hevði vunnið seg í steypafinaluna hjá monnum.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Liverpool er í stórum trupulleikum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
Hevur lykilin í egnum hondum |
|
Ronaldo fall í Madrid |
|
Ronaldo aftur í Madrid |
|
EM-kvinnur: Her er lutakastið |
|
Manchester City keypt kinesiskt fótbóltsfelag |
|
Jürgen Klopp fingið stóra bót |
|
Europa League: Hesi liðini eru víðari |
|
Torkil droymir um Tour de France |
|
Kjartan og Jónas vunnu útsettan dyst |
|
Nógvar stjørnur men einki mál |
|