Leita á in.fo

Viðmerkjarin hjá Rás2, Julian Johansen heldur talan verða um ein serligan árgang í føroyskum hondbólti, sum hevur framt søguliga bragdið

Heri Simonsen 08.01.2017 (21:25)

Julian: Hetta er ein serligur árgangur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Hilmar Jan Hansen, sum segði frá søguliga dystinum ímóti Finnlandi á Rás2, og viðmerkjarin, Julian Johansen tóku samanum føroyska bragdið, tá føroyska U21 landsliðið í manshondbólti vann seg í HM-endaspælið, sum verður í Algeria í juli mánað.

 

- Hetta er ein serligur árgangur, staðfestir Julian Johansen. - Her eru fleiri leikarar, sum eru profilar í føroysku kappingini, og tað er ikki vanligt, tá ein er 20 ár, greiðir Julian Johansen frá.

 

Julian Johansen væntar ikki, at vit fara at vinna U21 HM, men vit hava vunnið nógv hetta vikuskiftið, slær hann fast.