Julian Johansen tekur saman um HM

Seinasta mánaðin hevur verið HM í mannshondbólti. Spælt hevur verið í bæði Danmark og Týsklandi. HM endaði sunnudagin. Sunnudagin vóru tveir dystir á skránni, Frakland og Týskland spældu um bronsuna, og Danmark var í finaluni ímóti Noreg. Frakland vann ein tættan og spennandi dyst í síðstu løtu, og fór avstað við bronsuni. Finalan var tó ein onnur søga, og Danmark vann gullið á heimavølli við stórsigri á Noreg.

 

Nú HM í hondbólti er av, havi eg sett Julian Johansen nakrar spurningar um undanfarna HM endaspælið.

 

Julian er ýðin Kyndilsmaður, og hevur eisini sjálvur bæði spælt og veri venjari, í bestu føroyski deilduni. Umframt hetta er hann venjari hjá u17 dreingjalandsliðinum. Hann hevur eisini verið í Danmark og hugd eftir HM seinastu dagarnar.

 

Hvat helt tú um undanfarna HM endaspælið?

 

– Hetta var eitt av teimum betru endaspølunum. Tá komið var til millumrundina hækkaði støðið munandi, tí tá vóru tey veikaru liðini sorteraði frá. Ein avbjóðing fyri liðini hevur verið at dystirnir hava verið dag um dag, og hettar hevur eisini ført til fleiri skaðar enn vanligt - tað er ikki gott fyri áskoðararnar sum helst vilja síggja teir bestu leikararnar.

 

Hvat helt tú um avrikið hjá Johann á Plógv?

 

– Johan gjørdi tað bara heilt væl. Hann skoraði uppá teir flestu av sínum møguleikum, og var eitt gott alternativ til Lasse Svan. Umráðandi fyri hann at sleppa upp í part nú tá ið hinir báðir eru vornir eitt sindur eldri.

 

Var tað nakað lið, ið gjørdi tað betur enn tú hevði væntað?

 

– Danmark. Hevði ikki rokna við at teir vóru so einaráðandi, sum teir nú vóru. Teir vinna sannførandi móti Frankaríki - tað hevði eg ikki sæð komið.

 

Man sær, at teir hava ein av heimsins bestu venjarum í løtuni. Hann er allatíð eitt fet framman fyri hinar venjararnar. hann Hevur innspælt nakrar einfaldar álopsopningar har alt byrjar við at Lauge/Mensah/Olsen vinna sínar menn, og tað hevur ført til at spælið hjá Danmark hevur verið í serklassa. Kanska tað besta álopsspælið sum man hevur sæð í nógv ár innan landsliðshóndbolt.

 

Var tað nakað lið, ið gjørdi tað verri enn tú hevði væntað?

 

 

– Nei, eg haldi at staðsetingarnar vísa hampuliga væl hvussu liðini eru fyri í løtuni.

 

Hvør var besti leikari í kappingini?

 

Mikkel Hansen

 

Hvat fer tú at minnast hetta HM endaspælið fyri?

 

– Eg fari at minnast HM 2019 fyri, at eg var til staðar fyrstu fer Danmark vann HM í mannshondbólti.