Leita á in.fo

Ári Rúnason - Praktikantur 10.01.2019 (17:29)

Julian um HM: Vænti mær nógv av Svøríki

Í kvøld byrjar HM-endaspælið í manshondbólti, sum verður spælt í Danmark og Týsklandi. Í tí sambandi hava vit sett Juliani Johansen nakrar spurningar um HM. Julian Johansen starvast til dagligt í LM electric, umframt tað er hann venjari hjá U17-dreingjalandsliðinum í hondbólti. Julian Johansen er íðin kyndilsmaður, har hann hevur bæði verið spælari og venjari.

 

Hvørjum landsliði heldur tú við?

Julian Johansen: Eg haldi sum so ikki við nøkrum liði, men mær dámar væl at fylgja við hvussu tað gongst grannum okkara. Tí vóni eg at tað gongst Danmark og Íslandi væl.

 

Er tað nakað landslið, ið tú væntar nógv av?

Julian Johansen: Eg vænti mær nógv av Svøríki. Teir kláraðu seg væl til EM í 2018, og síðani tá hava teir styrkt seg við tveimum bak-spælarum, sum veruliga gera mun um teir spæla til sítt besta (Kim Andersson og Kim Ekdahl Du Rietz). Svøríki hava eisini tveir sera stinnar málverjar, og tað gevur teimum ein stóran fyrimun, í mun til onnur lond, ið bert hava ein málverja, sum verður nýttir.

 

Hvat væntar tú tær av norðurlondunum?

Julian Johansen: Sjálvandi eru Danmark, Norra og Svøríki væl fyri, men eg haldi at framgongdin hjá Norra og Svøríki hevur verið væl betri enn hjá Danmark. Um tey bæði londini hava yvirhálað Danmark fer endaspælið at vísa, men eg verði ikki ovfarin um hetta hendir.

 

Hvussu fert tú at fylgja við?

Julian Johansen: Eg plagi at hyggja eftir so nógvum dystum sum tíðin loyvir mær, har avtrat havi eg gjørt mær fartelefonina til reiðar, so eg kann síggja teir dystirnar á telefonini, sum eg ikki nái at hyggja eftir heima.

 

Hvørjir spælarar metir tú verða millum teir stóru til HM?

Julian Johansen: Stórspælararnir til HM 2019 verða allarhelst Sandor Sagosen fyri Norra, Mikkel Hansen fyri Danmark og Kiril Lazarov fyri Makedonia. Hetta eru spælarar, ið hava serligan týdning fyri síni lið, og teir mugu spæla eina ótrúliga góða kapping, um teirra lið skulu koma langt.

 

Er tað nakar spælari, sum tú serliga skal halda eyga við?

Julian Johansen: Av teimum spælarunum, sum tú skal hyggja væl eftir, fari eg at nevna Rasmus Lauge, ið spælir við Danmark, og Bodo, sum spælir við Ungarn. Hetta eru tveir spælarar, ið ikki eru toppspælarar á sínum liðum, men eru rættliga avgerandi fyri álopspartin.

 

Er tað nakað lið, ið kemur at bergtaka?

Julian Johansen: Eg rokni við at Ungarn kemur at bergtaka. Teir hava eina góða blanding av eldri og yngri spælarum. Teir hava enn ikki úttikið veteranin Lazlo Nagy, men væntandi verður hann innskrivaður seinni í kappingini. Tað fer bæði at styrkja í verjuni og í álopinum. Umframt liðskiparan, hava teir fleiri spælarar, ið spæla fyri Vezprem og Pick Szeged, sum bæði standa seg ómetaliga væl í Champions League fyri tíðina.

 

Eg sigi ikki, at Ungarn koma í hálvfinalurnar, men tað er ikki óhugsandi at teir enda í topp seks. Millum annað tí teir hava fingið eitt gott lutakast.

 

Hvør væntar tú verður besti spælarin í HM-kappingini?

Julian Johansen: Tað verður norðmaðurin Sandor Sagosen. Hann er besti spælarin í heiminum í løtuni. Hann er sterkari enn nakar annar í heiminum í álopspartinum. Dugur bæði at skjóta mál, og at gera spælararnar rundan um seg betri.

 

Hvør vinnur HM í mannshondbólti 2019?

Julian Johansen: Eg vænti at Frakland vinnur HM, tí at teir hava sterkar spælarar á øllum plássum. Um Danmark høvdu ein sterkari høgra bakk, og um teir høvdu úttikið føroyavinin Jóhann á Plógv, so vóru teir mínir favorittar. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her