Juventus eltir “The Treble”

Juventus vann í kvøld italsku steypakappingina fyri triðju ferð upp í slag

Juventus kann sum einasta felagið í Evropa framvegis vinna “The Treble”. Liðið er oddalið í italsku Seriu A, er í Champions League finaluni móti Real Madrid og í kvøld vann felagið italsku steypakappingina.

 

Tað gjørdi Juventus við at vinna 2-0 á Lazio í finlauni. Málskjúttar vóru Dani Alves og Leonardo Bonucci. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki. Dani Alves hevur víst seg at verið eitt gott keyp, eftir at hann skifti frá FC Barcelona, meðan Leonardo Bonucci verður mettur millum heimsins bestu miðverjar í løtuni.

 

Hetta er triðju ferð upp í slag, at Juventus vinnur Coppa Italia. Ein sigur í tveimum av teimum seinastu dystunum í Seria A er nokk til at tryggja italska meistaraheitið. Gongur tað sum væntað, so er Juventus ein sigur í Champions League finaluni frá “The Treble”.