Leita á in.fo

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk seinna gula kortið fyri at "kava" í dysti ímóti Grindavík í kvøld

Heri Simonsen 18.06.2017 (22:50)

Kaj Leo fekk reytt kort fyri at "kava"

Tað hevur gingið aftur og fram hjá føroyingafelagnum, ÍBV í pepsideildini seinastu dagarnar. Tó kunnu vit fegnast um, at Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu hava verið við frá byrjan báðar dystirnar, sum eru leiktir í pepsideildini farnu fýra dagarnar.

 

Aftaná ein góða 3-1 heimasigur á KR úti í Vestmannaoyggjunum vitjaði ÍBV á útivølli í Grindavík í kvøld. Grindavík vann 3-1 aftaná at hava verið á odda 3-0 í steðginum. Gunnar Heiðar Þorvaldsson minkaði um munin fyri ÍBV tá ein tími var farin av dystinum, men nærri kom ÍBV ikki. 

 

Ímóti dystarenda fekk Kaj Leo í Bartalsstovu reytt kort fyri at "kava". Sambært Morgunblaðnum var tað púra greitt, at Kaj Leo í Bartalsstovu "kavaði" og fekk sítt seinna gula, og harvið reytt kort.

 

Farna mikukvøld vitjaðu Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH í Grindavík. Gunnar og liðfelagarnir sluppu heimaftur við einum stigi aftaná javnleik 1-1.

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 tekur FH ímóti Víkingi Reykjavík á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.

 

Støðan í pepsideildini:

 

1Valur861114:719
2Grindavík8   521   14:1017
3Stjarnan741216:1013
4KA833214:912
5FH724114:1010
6

Víkingur Reykjavík

731311:1110
7ÍBV831410:1510
8Breiðablik730411:149
9Fjölnir72236:98
10KR72149:127
11ÍA711513:174
12Víkingur Ólafsvík71157:154

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her