Kanada vann OL í íshokki

Kanada endurvann seinnapartin OL-gullið í íshokki eftir 3-0-sigur á Svøríki.

Kanada vann seinnapartin OL í íshokki eftir 3-0-sigur í finaluni ímóti Svøríki. Jonathan Toews, Sidney Crosby og Chris Kunitz vístu vegin fyri Kanada við hvør sínum máli í hvør sínum leiki.


Hetta er ikki færri enn 13. ferðin, at Kanada vinnur íshokki-OL og vóru teir eisini verandi meistarar eftir sigurin á heimaísi í Vancouver í 2010.


Finnland tryggjaði sær í gjár bronsuna við 5-0-stórsigri á USA.