Kann eg klemma teg?

José Mourinho er troyttur av spurningum um Paul Pogba

Manchester United spældi í gjár málleysan javnleik móti Sevilla í fyrru 1/8 finaluni í Champions League. Stóra samtaluevnið eftir dystin var Paul Pogba, sum byrjaði á bonkinum, men kom inn í fyrra hálvleiki vegna skaða á liðnum.

 

Miðvallarin er í andglettinum, eftir at José Mourinho hevur skift hann út í fleiri førum. Paul Pogba, sum í 2016 bleiv heimsins dýrasti spælari, tá hann skifti til Manchester United, byrjaði í gjár á bonkinum fyri 21 ára gamla Scott McTominay.

 

José Mourinho hevði verið á almenna tíðindafundinum, har hann hevði svarað fleiri spurningum um Paul Pogba, tá Des Kelly frá sjónvarpsrásini BT, spurdi venjaran um avrikið hjá Scott McTominay.

 

- Kann eg klemma teg? Takk fyri, hatta er ein góður spurningur. Á tíðindafundinum spurdu tey bara um Paul Pogba, tá spurningarnir burdur verið um unga mannin, segði José Mourinho og legði afturat:

 

- Eg haldi hann spældi avbera væl. Hann legði trýst á Ever Banega, sum var týdningarmikið fyri at steðga honum, segði José Mourinho.

 

Hann legði eisini afturat, at hann helt at Paul Pogba gjørdi tað væl, tá hann kom inn á miðvøllin, eftir at Ander Herrera mátti fara av vøllinum við skaða. Nú verður tvær vikur til seinnu 1/16 finalurnar í Champions League verða spældar.