Í morgin verður fyrsta FM kappingin í nýggja kappingarárinum í dart. Fyrsta kappingin er í Klaksvík.
Kappingarárið verður skipað við 10 FM kappingardøgum, sum verða kring landið. Síðani verður sjálvt FM endaspælið í Skopun 1. apríl komandi ár. FM endaspælið hevur eydnast væl farnu árini, og tí verður hildið fram við sama leisti. 32 teir bestu hjá monnunum, og átta tær bestu hjá kvinnunum sleppa við til endaspælið.
Til hvørja av FM kappingunum hjá monnum eru tveir møguleikar at fáa stig til FM styrkilistan. Fyrra kappingin er skipað við bólkaspælið, har átta teir ovastu verða styrkismettir, meðan seinna kappingin er ein sokalla Cup-kapping allan vegin ígjøgnum. Hetta er fyrstu ferð, at Cup kappingin verður roynd.
Kvinnukappingin verður eins og í fjør. Tó spæla kvinnurnar tvær kappingar á sama hátt hvønn dag.
Kappingardagarnir eru:
3. sep. 2016
24. sep. 2016
15. okt. 2016
5. nov. 2016
19. nov. 2016
10. des. 2016
14. jan. 2017
4. feb. 2017
25. feb. 2017
18. mar. 2017
Menninir fáa stig eftir trimum ymiskum skipanum:
Í A-cup verða stig givin soleiðis:
Nr. 1 fær 24 stig
Nr. 2 fær 20 stig
Nr. 3-4 fáa 16 stig
Nr. 5-8 fáa 10 stig
Nr. 9-16 fáa 7 stig
Í B-cup verða stig givin soleiðis:
Nr. 1 fær 10 stig
Nr. 2 fær 8 stig
Nr. 3-4 fáa 4 stig
Nr. 5-8 fáa 2 stig
Nr. 9-16 fáa 1 stig
Í Cup kappingini verða stig givin soleiðis:
Nr. 1 fær 30 stig
Nr. 2 fær 24 stig
Nr. 3-4 fáa 18 stig
Nr. 5-8 fáa 12 stig
Nr. 9-16 fáa 6 stig
Nr. 17-32 fáa 3 stig
Kvinnurnar fáa stig á henda hátt:
Nr. 1 fær 8 stig
Nr. 2 fær 6 stig
Nr. 3-4 fáa 4 stig
Nr. 5-8 fáa 2 stig
Uttanlandsferð Dartsambandið letur ferðaseðil til kapping uttanlands til:
Nr. 1-2-3 á styrkilistanum hjá monnum eftir 10 kappingar
Nr. 1 á styrkilistanum hjá kvinnum eftir 10 kappingar
Vinnara hjá monnum og kvinnum í FM-endaspælinum. Hevur FM-vinnarin ognað sær ein ferðaseðil frammanundan, fellur ferðaseðilin til ávíkavist nr. 4 og nr. 2 á styrkilistanum eftir 10 kappingar.