Leita á in.fo

Tróndur Arge 12.06.2018 (14:16)

Kekkia-Føroyar: Fýra broytingar á føroyska liðnum

Føroyski landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen hevur framt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Kekkia, sum verður í dag klokkan 16:30, í mun til dystin móti Slovenia, sum var á Tórsvølli farna hósdag.

 

Anna S. Hansen er nýggj í málinum, meðan Birita Bergsdóttir Nielsen er nýggj í verjuni. Margunn Lindholm byrjar á miðjuni, eftir at hon bleiv skift inn móti Slovenia. Nýggj í álopinum er Rebekka Eschen Danielsen.

 

Tær, ið byrja á føroyska liðnum, eru hesar: Anna S. Hansen, Birita Bergsdóttir Nielsen, Birna Tummasardóttir Mikkelsen, Lív Finnbogadóttir Arge, Arnborg Lervig, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm og Rebekka Eschen Danielsen.

 

Eykaleikarar: Jóna Nicolajsen, Eyðvør Klakstein, Rannvá Biskopstø Andreasen, Milja Reinert Simonsen, Katrin Akursmørk, Sara Samson Lamhauge og Jacoba Langgaard.

 

Dysturin kann síggjast her, umvegis youtube rásina hjá kekkiska fótbóltssambandinum við at trýsta á pílin á myndini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her