Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.01.2017 (13:28)

KÍF eigur flestar landsliðsspælarar

Nú í vikuskiftinum dagarnar 13. – 15. januar spælir føroyska A-landsliðið við monnum EM -  undankappingardystir á heimavølli í høllini á Hálsi. Hetta er fyrsta av tveimum undankappingarumførum.

 

Sekstan leikarar skulu við, men av tí at vit hava nakrar skaðar og ivasamar leikarar, hava venjararnir fyribils tikið hesar átjan leikararnar út.

 

Lars Larsen Black, ÍF Føroyar

Ári Egason Dam, H71

Niklas Simonsen, Skjern Håndbold

Rókur Akralíð, ÍF Føroyar

Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil

Helgi Hildarson Hoydal, H71

Tony Hammer Weyhe, KÍF

Bogi Gaard Davidsen, H71

Rúni Joensen, KÍF

Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar

Nicklas Selvig, TMS Ringsted

Allan Norðberg, StÍF

Andrias Eriksen, VÍF

Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne

Julian Olsen, VÍF

Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Rói Lamhauge, VÍF

Fríði Hammer Weyhe, KÍF

 

Føroyar eru í bólki A saman við Grikkalandi og Kýpros. Grikkaland er styrkismett ovast, Kýpros næst og Føroyar niðast. Dystarskráin er hendan

 

Fríggjadagin 13. jan

Kl. 20.00               Kýpros - Føroyar                              

 

Leygardagin 14. jan

Kl. 18.00               Grikkaland - Kýpros                        

 

Sunnudagin 15. jan

Kl. 16.00               Føroyar - Grikkaland                      

 

Vinnandi liðið spælir seg víðari í endaligu undankappingina til EM 2020, sum verður spælt í Noreg, Svøríki og Eysturríki í januar 2020.

Venjarar hjá liðnum eru Kári Nielsen, Birgir Hansen og Bogi Henriksen. Jákup Durhuus er liðleiðari og Beinta Bendix Laursen fysioterapeut.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her