Leita á in.fo

Tróndur Arge 06.12.2017 (19:21)

KÍF fær helst profil aftur

Fríði Weyhe er á veg aftur til KÍF, sum hevur fingið eina heldur vánaliga byrjan upp á kappingarárið í ár. Sterki bakkurin hevur síðani summar spælt við Frederikshavn, men tað gongur illa at fáa spælitíð.

 

- Ja, eg havi brúk fyri spælitíð, um eg skal blíva við at menna meg og tíma at spæla hondbólt, men dreymurin at sleppa uttanlands aftur er ikki uppgivin, sigur Fríði Weyhe.

 

Hann var ein av U21 landsliðspælarunum, sum var við í Algeria, har hann saman við øðrum fekk sítt gjøgnumbrot. Sterki bakkurin vil gjarna stríðast fyri sínum plássi, men í løtuni sær út til, at tað er til onga nyttu.

 

- Síðstu tíðina hevur tað virkað sum eg fari longri og longri vekk frá spælitíð, hóast eg haldi at eg burdi komið tættari, tí spælið og úrslitini hava ikki verið góð. Eg veit ikki um venjarin ikki trýr upp á meg, men hann hevur øgiliga ringt við at geva mær ein møguleika at prógva meg, sigur Fríði Weyhe.

 

KÍF fekk eina óvanliga vánaliga byrjan í ár, har liðið einki stig fekk í fyrsta fjórðinginum. Nú sær eitt sindur betri út, eftir at liðið hevur vunnið á bæði H71 og Kyndli, men enn er langt upp til tvey bæði fremstu plássini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her