Leita á in.fo

Nógv útskifting hevur verið í hópinum hjá KÍF

Sjúrður Hildarson Hoydal 13.09.2018 (19:05)

KÍF venjarin: Vit droyma um endaspælið

KÍF var langt frá sínum besta kappingarárið í fjør, tá ið liðið endaði aftast. Tá sást eitt KÍF lið, ið hevði sera smalan hóp, ið ofta tóktist at vera avgerandi í dystunum.

Í ár skal KÍF reisa seg aftur, og hesum skal Andreas F. Hansen standa á odda fyri sum venjari.

 

Har hevur verið nógv útskifting í leikarahópinum eisini, og liðið skal nú standa seg uttan Weyhe brøðurnir. Rógvi og Tony Weyihe hava verið ímyndin av KÍF í mong ár, men teir verða ikki við í ár, umframt at yngsti bróðirin, Fríði, er farin til Danmarkar at spæla.

 

Harafturat er profilurin á vinstra vongi, Rúni Joensen, eisini farin av landinum, umframt at Magnus Müller, Jaspur Joensen og Emil Dam eisini eru givnir ella farnir til onnur lið.

Var hetta ikki nóg mikið, so er stuðulsleikarin, Andrias Nielsen, eisini langtíðarskaddur.

 

Men leikarar eru tíbetur komnir til. Joakim Jürs er komin til úr StÍF, eins og fyrrverandi profilurin, Niklas Reginsson verður aftur at síggja í reyðu troyggjuni komandi kappingarár.

Spennandi er hvussu bakkurin, Borko Cupara, fer at standa seg. Hann hevur KÍF fingið til Føroya úr Montenegro, og tað ljóðar úr Kollafirði, at hann hevur eitt sera gott skot.

 

Slíkir útlendskir skjúttar hava fyrr víst seg at vera avgerandi í føroyskum hondbólti, og hetta er eisini vónin í Kollafirði.

Saman við hesum leikarum og nøkrum ungum óroyndum leikarum, telur hópurin umleið 18 mans til hvørja venjing, og hesa breiddina fegnast venjarin um.

 

Málið fyri kappingarárið er fyrst og fremst at liðið tekur seg fram taktiskt og kroppsliga.

Á sjálvari stigatalvuni er málið fyrst og fremst at fáa fleiri stig enn í fjør, men Andreas F. Hansen leggur afturat at liðið droymir um at spæla við um eitt pláss í endaspælinum.

 

Avgerandi fyri at hetta skal eydnast verður, at liðið slepst undan skaðum og spælir so nær við sítt toppstøðið sum til ber, sigur KÍF venjarin, áðrenn hann endar við at staðfesta at tað er sera umráðandi at liðið kemur at standa væl í verjuni.

 

KÍF byrjar kappingarárið leygardagin 15. september kl 18.00, tá ið teir skulu standa seg móti Neistanum í Høllini á Hálsi


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her