Kjak: Landsliðspengar

Hvør skal hava milliónirnar?

Til hvørja EM undankapping fáa feløgini í Evropa ein upphædd fyri hvønn spælara tey hava á dómaraseðlinum til ein undankappingardyst. Til núverandi kapping verður tann upphæddin áleið 40 túsund krónur fyri hvønn spælara.

 

Øll greinin kann lesast á e-Sosialinum við at trýsta HER

 

Móttakarin av pengunum eru feløgini, sum spælarin umboðar. Higartil hava føroysku feløgini fingið 2,7 milliónir krónur fyri landsliðsspælararnar fyri fimm teir fyrstu landsdystirnar. Heldur prognosan fyri restina av kappingini, so eru 5,4 milliónir krónur komnar í føroyskan fótbólt í samband við EM undankappingina.

 

Av teimum 2,7 milliónunum, sum longu nú eru oyramerktar, so eru tað bara fimm feløg, ið fáa ágóðan av pengunum. Víkingur(720.000,-), HB (720.000,-), B36(520.000,-), EB/Streymur(320.000,-), NSÍ(320.000,-) og KÍ (120.000,-), tí tey hava landsliðsspælarar. Hini feløgini fáa einki, sjálvt um onkur av teimum hava uppalt landsliðsspælarar.

 

Spurningurin er nú, um tað er rætt, at landsliðspengarnir skulu hava so stóra ávirkan á føroysku kappingina. 40 túsund krónur er smáting fyri tey stóru feløgini í Evropa, men eftir føroyskum mátistokki, so er talan um fleiri mánaðarlønir fyri hvønn landsdyst.

 

Avleiðingarnar eru, at størru feløgini, ið sum regul hava fleiri landsliðsspælarar, verða bara uppaftur størri, meðan tey smærru ongan møguleika hava fylgja við, verður ført fram av fleiri.

 

NSÍ sinnað at broyta býtið

Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ heldur, at núverandi skipan við landsliðspengum í stóran mun kann vera kappingaravlagandi fyri føroyskan fótbólt.

 

Hann heldur, at peningurin fyri føroyskar landsliðsleikarar er so mikið stórur í okkara forholdum, at man saktans kann gera eitt býti, sum kemur at tæna nógv fleiri feløgum. Hann heldur at núverandi gongd kemur at vera kappingaravlagandi fyri føroysku kappingina uppá longri sikt.

 

Sonni L. Petersen hevur eisini eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu man kann gera eitt øðrvísi býti av landsliðspengunum. Sonni nevnir ein frymil, har felagið, ið letur landsliðsspælaran, kann fáa 40 prosent av pengunum, meðan felagið, ið hevur uppalt landsliðsleikaran, kann fáa 40 prostent.

 

Hini 20 prosentini av pengunum fara í ein grunn, sum er við til at tæna breiddini í føroyskum fótbólti. Á hendan hátt koma pengarnir í størri mun út til feløgini, sum eisini er við til at gera uppaftur fleiri feløg kappingarfør.