Leita á in.fo

Tróndur Arge 14.05.2018 (16:00)

Kjak um danskarar á føroyska landsliðnum

Í sendingini “Fríkast”, sum Hondbóltssambandið ger, er spurningurin hesa ferð, um tað er í lagi at spælarar uttan føroysk ættarbond, skulu kunnu spæla á føroyska landsliðnum.

 

Síggj sendingina við at trýsta á pílin á myndini

 

Seinnu árini hava Nicklas Selvig og Peter Krogh spælt við føroyska landsliðnum. Nú er eisini málverjin hjá Neistanum, Nicholas Satchwell, úttikið til landsliðið. Hann er breti, men hevur danskt pass.

 

Í tí sambandi hevur verið nakað av kjaki um endamálið við føroyska landsliðnum, tá fleiri spælarar uttan føroysk ættarbond eru á landsliðnum. Ein samanbering hevur verið við Katar, sum beinleiðis hevur keypt sær eitt landslið.

 

Hevur ein spælari í danska kongaríkinum ikki spælt fyri eitt annað landsliðið (Danmark ella Grønland) seinastu trý árini, so kann viðkomandi spæla við føroyska landsliðnum. Hoyr Hall Danielsen úr Hondbóltssambandinum greiða frá.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her