Kjartan eisini til Danmarkar

Kjartan Johansen hjá StÍF verður triði ungi, føroyski hondbóltsleikarin hetta summarið, ið fer niður til Danmarkar at spæla hondbólt

Hetta summarið gjørdist greitt, at VÍF-leikararnir báðir, Áki Egilsnes og Niklas Simonsen, fóru niður at spæla við ávíkavist Team Ringsted og Skjern Håndbold. Nú er greitt, at ein triði føroyskur hondbóltsleikari, Kjartan Johansen hjá StÍF, fer at spæla við donskum felagi. Kjartan fer at spæla við Team Sydhavnsøerne, sum er eitt felag í næstbestu donsku deildini.

 

Les eisini: VÍF-málmaður til Danmarkar

 

- Eg eri byrjaður at venja við Team Sydhavsøerne, ið er eitt danskt felag felag í 1. división (næstbesta deildin), sum hevur ambitiónir um at flyta upp í bestu deildina. Eg bleiv liðugur í miðnámsskúla í summar og valdi at fara at royndarvenja í Danmark ímillum tvær royndir, sigur Kjartan Johansen við in.fo.

 

Strandingurin var og royndarvandi við Høj, HIK og Team Sydhavsøerne, og at enda var tað felagið úr Lollandi, ið ynskti Kjartan Johansen á liðið.

 

- Tað gekk somikið væl, at Team Sydhavsøerne ringdi til mín eina viku eftir royndarvenjingina, sigur Kjartan Johansen.

 

Kjartan Johansen er lámur og spælir vanliga á høgra bakki, men hann kann eisini røkja plássið sum playmakari á miðuni. 

 

Eins og Áki Egilsnes og Niklas Simonsen er Kjartan Johansen úr árgangi 1996, og hetta má metast at vera ein sera góður árgangur innan føroyskan manshondbólt. Vinstri vongurin hjá Neistanum, Rói Berg Hansen, ið var og royndarvandi við danska meistaraliðnum Bjerringbro-Silkeborg í juli og august, er somuleiðis føddur í 1996.

 

Les eisini: Rói heldur fram í Neistanum

 

Afturat at spæla hondbólt við Team Sydhavsøerne fer Kjartan Johansen at starvast sum lívbjargari í Lalandia í Rødby.