Leita á in.fo

Tróndur Arge 10.01.2019 (15:04)

Klæmint gjørdi ársins mál

Atkvøðugreiðslan í samband við ársins mál 2018 í Betri deildini hjá monnum er liðug, og nú talt er saman er greitt, at Klæmint A. Olsen úr NSÍ gjørdi besta málið farna kappingarár, skrivar FSF.fo.

 

- Tá eg ikki megnaði at gerast toppskorari, so er hetta eitt lítið plástur á sárið, sigur ein fegin Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ, sum hevur vunnið heiðurin, at hava skorað Ársins Mál 2018 í føroyskum fótbólti.

 

Seinastu vikurnar í júst farna ári høvdu fótbóltsfjepparar møguleikan at atkvøða um, hvat mál var tað besta í 2018, skorað í Betri deildini hjá monnum. Umleið átta túsund atkvøður vórðu avgreiddar, og harafturat koma atkvøðurnar hjá teimum trimum “Tipparunum” á heimasíðuni hjá FSF, Tróndi Arge, Leivi Ferderiksen og Jákupi Ósá. Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá “Tipparunum” telja hini 50 prosentini.

 

Endaliga samanteljingin hevur nú verið, og nú er greitt, at Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ skoraði Ársins Mál 2018 í Betri Deildini hjá monnum. Málið skoraði Klæmint longu í fyrsta umfari í landskappingini, tá NSÍ vann á útivølli móti TB/FCS/Royn.

 

Fyri heiðurin fær framherjin úr NSÍ eina minnisplátu við áskriftini “Ársins Mál 2018 í Betri Deildini”, og eitt gávukort upp á túsund krónur frá EFFO.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her