Leita á in.fo

Tróndur Arge 08.10.2018 (12:27)

Klopp: Tað er skilaleyst við Nations League

Nýggja landsliðskappingin, Nations League, hevur verið væl móttikin í Føroyum. Vit fáa nú fleiri landsdystir, sum eru móti tjóðum, ið vit kunnu spæla við ímóti. Men øll eru ikki so fegin um, at veningardystirnir eru skiftir út við Nations League. Ein teirra er venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp.

 

- Nú fara spælararnir avstað til Nations League dystirnar, sum er tann skilaleysasta kappingin í fótbólti. Nú vóni eg bara, at teir koma aftur heilskapaðir, so teir kunnu spæla hesa løttu kappingarnar, sum eitt nú Premier League og Champions League, sigur ein speiskur Jurgen Klopp, eftir at Liverpool í gjár spældi málleysan javnleik móti Manchester City.

 

Hann heldur lítið, um at spælararnir skulu spæla so nógvar dystir. Hann vísir á, at nú kann hann heldur ikki biðja ein landsliðsvenjara ansa eftir einum spælara hjá sær, tí nú telja allir landsdystirnir.

 

- Vit mugu til at hugsa um spælararnar. Onkur hevur longu tosað um, at dysturin móti City kundi havt verið betri, um spælararnir vóru betri fyri. Eitt nú hevur Jordan Henderson bara havt summarferiu í tvær vikur, sigur Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool.

 

Meðan vit í Føroyum gleða okkum til Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo í vikuni, so sita fleiri venjarar kring Evropa og bara vóna, at teirra spælarar ikki blíva skaddir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her