Leita á in.fo

Tróndur Arge 11.07.2018 (09:05)

Klumma: Knæskaðar kunnu oyðileggja eitt ítróttarlív

Í blaðnum í dag er fyrsti partur av greinarøð um álvarsamar knæðskaðar, sum tykjast at gera um seg millum føroysk ítróttarfólk fyri tíðina. Vit hava í ítróttartoyminum ein skrivara, sum hevur roynt júst hetta. André Olsen, sum hevur spælt í bæði bestu deildini og á U21 landsliðum, hevur meiðslað sær knæið so illa, at boðini eru at hann ikki skal spæla fótbólt í framtíðini.

 

(Klumman í ÍtróttarSosialinum 9. juli 2018)

 

Júst tí, hevur hetta evnið serligan áhuga hjá toftamanninum. Nú fer ÍtróttarSosialurin at varpa ljós á hesar álvarsomu skaðar. Tølini vísa millum annað, at bara 60 prosent av ítróttarfólki, sum fáa álvarsamar knæskaðar kom so mikið fyri seg, at tey kunnu íðka ítróttar aftur á sama stigi. Hartil vísa tølini, at tað serliga eru ítróttarfólk, sum venja nógv, ið eru í vandabólkinum.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Føroyskur ítróttur hevur flutt seg nógv seinnu árini. Serliga fótbólturin er ikki at kenna aftur, eftir at vit fingu altjóða limaskap í 1988. Hetta setur aftur krøv til umhvørvið, sum tó ikki altíð klárar at fylgja við. Serliga venjarar mugu verða upplýstir um vandarnar, og hvussu vit kunnu fyribyrgja at slíkir skaðar koma. Tað greiðir Brian Fossabrúgv eisini frá í greinini.

 

Les eisini: Vandi er størri fyri knæskaða nú

 

Hoyrdi frá tingsinsrøðarapalli fyri kortum, at “ítrótturin hevði fingið nokk at pengum”. Tað kann so bara verða óvitandi fólk, sum sleingja slík fjas út. Tí sannleikin er, at ítrótturin hevur brúk fyri nógv fleiri íløgum. Vit krevja nógv av okkara ítróttarfólki, so tað er ikki ov nógv forlangað, at vit hava umstøður og vitan til at stuðla teimum.

 

Í greinarøðini fara vit eisini at tosa við ítróttarfólk, sum hava havt stórar avleiðingar av skaðunum. Ein knæskaði ávirkar ikki bara ítróttarlívið, men meiri enn tað. Ein áhugaverdur spurningur kundi verið, um føroyskur ítróttur kundi gjørt eina avtalu, so føroysk ítróttarfólk fáa best møguligu umstøður at koma fyri seg í.

 

Eitt føroyskt ítróttarfólk hevur ikki framíhjárætt á landssjúkrahúsinum, men eitt ítróttarlív er stutt og krevjandi. Tað er neyvt tengt at evninum hjá knænum at virka, tí er týdningarmikið at vit verja tey, ið velja gera ítrótt, og eitt nú at umboða Føroyar í ítrótti.

 

Vónandi kann hendan greinarøðin verða við til, at upplýsa um vandan og hvussu tú fyribyrgir knæskaðar, men eisini at varpa ljós á mannagongdirnar, og vónandi betra um umstøðurnar hjá okkara ítróttarfólki at koma fyri seg.

 

Annars:

Vit hava broytt spælarametingarnar soleiðis, at tað er størri møguleiki at fáa høgar spælarametingar, tá ein spælari hevur gjørt mun á vøllinum. Hetta sæst millum annað aftur í spælarametingunum í dag, har Páll A. Klettskarð fær eitt 9-tal. Tað er fyrsta 9-talið, síðani vit fóru til 10-skalan.

 

[email protected]

 

P.S. Football’s coming home!


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her