Kobe Bryant orkar ikki meir

Kurvabóltur: Høvdið og hjartað vilja gjarna, men korppurin sigur stopp. Kobe Bryant gevst eftir hetta kappingarárið

37 ára gamli Kobe Bryant hevur boðað frá, at hetta verður hansara seinasta kappingarár sum kurvabóltsspælari. Hann hevur spælt at kalla alla sína tí í navnframa felagnum, Los Angeles Lakers.

 

Avgerðin hjá Kobe Bryant kemur ikki heilt óvart á. Hann er í løtuni í holt við sítt 20. kappingarár sum yrkisspælari í NBA.

 

Kobe Bryant er fimmfaldur NBA vinnari, tvífaldur olympiskur meistari við amerikanska landsliðnum og er 17 ferðir valdur á All-Star liðið. Samanlagt hevur hann vunnið skorað yvir 32 túsund stig.

 

- Mítt hjartað tolir sløgini, heilin klárar avbjóðingarnar, men kroppurin veit at tíðin er komin til at gevast, sigur Kobe Bryant sambart altjóða miðlum.

 

Kobe Bryant vónar, at hann kann siga farvæl við kurvabóltin til OL í Rio komandi summar.