Leita á in.fo

Hans Eli Sigurbjørnsson skeyt tíggju mál tá ið KÍF aftur vann á H71

Sjúrður Hildarson Hoydal 07.11.2018 (21:53)

Kollfirðingar knógvaðu aftur hoyvíkingar

H71 - KÍF 22-24 (11-13

H71 og KÍF hittust til spennandi dyst í Hoyvíkshøllini í kvøld

KÍF vann umvenda dystin í Kollafirði við tíggju málum, men á stigatalvuni var H71 betur fyri, og kundi leggja seg saman við Neistanum og Kyndli á øðrum plássi um sigur spurdist burtur úr.

Kollfirðringar kundu við einum sigri spæla seg inn aftur í stríði um tey fýra fremstu plássini, so alt var at spæla um í kvøld.

 

Dysturin koppaði nógv aftur og fram. Eina løtu var KÍF á odda 5-7, men so var støðan brádliga 8-7 til H71.

Og so gekk tað aftur hinvegin so at støðan var 11-13 til KÍF í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki endurtók søgan seg. Kollfirðingar høvdu hug at vera á odda, men miðskeiðis í hálvleikinum var javnleikur 19-19. Síðani skeyt KÍF trý mál á rað, og dysturin fór at koppa til Kollafjarðar. Men aftur vendi gongdin, og tað var um reppið at H71 fekk javnað í evstu løtu. Men eftir stórbjarging frá Joakim Jürs í KÍF málinum, kundi KÍF avgera til endaliga úrslitið 22-24.

 

Málskjúttar hjá H71

Rúni Vest Højgaard 4, Leivur Mortensen 3, Pætur Thomsen 3, Brandur Halgirsson 3, Boas Heinesen 3, Vilhelm Poulsen 2, Bergur Ákason 1, Niklas Hanusarson 1, Ári Dam 1, Hørður Trygvason 1

 

Málskjúttar hjá KÍF

Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Borko Cubara 7, Jón Suni Kjærbæk 3, Atli L. Hammer 3, Dánjal Sørensen 1

 

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 6 162 148 14 9
2 Kyndil 7 172 151 21 8
3 Neistin 6 146 131 15 8
4 H71 6 143 140 3 6
5 KÍF 6 142 142 0 5
6 StÍF 5 116 132 -16 4
7 Team Klaksvík 6 133 170 -37 2

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her