Leita á in.fo

Tróndur Arge 07.11.2018 (18:19)

Kreppurakta Real Madrid gjørt met stóra avtalu

Real Madrid og Adidas hava gjørt ein tíggju ára avtalu um, at hvíta kongafelagið í Spania skal spæla í Adidas troyggjum. Avtalan er verd samanlagt yvir tíggju ár 8,2 milliardir krónur, sambært spanska blaðnum, Marca. Talan er sostatt um størstu klædnaavtaluna nakrantíð í altjóða fótbólti.

 

So hóast tað ikki gongur væl á vøllinum, so hevur felagið viðrák uttanfyri vøllin. Real Madrid, sum fyri kortum koyrdi Julen Lopetegui, hevur millum annað víst á í rokniskapinum, at felagið hevur eina framgongd á 16 prosent, tá tað kemur til stuðlar og lýsingar.

 

Danska Ekstra Blaðið skrivar millum annað, at til samanberingar, so betalir Nike 7,5 milliardir krónur yvir átta ár, fyri at verða klædnastuðul hjá øllum 32 feløgunum í kurvabóltsfeløgunum í NBA.

 

Hóast tað ikki gongur so væl hjá Real Madrid á vøllinum í ár, so hevur felagið vunnið Champions League fýra ferðir upp á fimm ár. Tað er óhoyrt í nýggjari tíð. Liðið hevur samanlagt vunnið kappingina 13 ferðir, sum er klárt met.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her