Leita á in.fo

Tróndur Arge 11.07.2018 (21:41)

VIDEO: Kroatia er í HM-finaluni

Kroatia, við sínum bara 4,1 milliónum íbúgvum, hevur vunnið seg í HM-finaluna. Tað gjørdu teir við at vinna 2-1 á Onglandi í hálvfinaluni í dag.

 

Ongland kom annars á odda 1-0 longu aftaná fimm minuttir, tá Kieran Trippier úr Tottenham sendi eitt fríspark beinleiðis í mál. Síðani hevði Ongland bæði ein og tveir stórar møguleikar at økja, men hvørki Harry Kane ella Jesse Lingaard fingu umsett til mál.

 

So gekk sum tað plagar hjá Onglandi í endaspølunum. Eftir ein tíma byrjaði luftin at fara úr ballónini, og Kroatia tók yvir. Fyrst javnaði Ivan Perisic, tá verjan hjá Ongland svav í eitt sekund. Vinstri vongurin rann framum og var fyrstu á eitt innlegg og stútaði bóltin í málið.

 

Síðani var farið til longda leiktíð. Aftur tóktist Kroatia hava munin leikliga og tók av, tá møguleikin kom. Ivan Perisic vann ein lufttvídyst og stútaði bóltin inn um verjuna, har Mario Mandzukic var fyrstur at reagera og skoraði.

 

Ongland megnaði ongantíð at svara aftur og hótta málið hjá Kroatia, sum nú er í HM-finaluni saman við Fraklandi.

 

HM hálvfinala:

Kroatia – Ongland 1-1 (0-1) 2-1 eftir longda leiktíð

0-1 Kieran Trippier, 5

1-1 Ivan Perisic, 68

2-1 Mario Mandzukic, 109

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her