Leita á in.fo

Jóannes Hansen 12.01.2018 (22:34)

Kroatia setti grannarnar uppá pláss

At tað var meiri enn bara uppgerð millum grannar á skránni, tá ið EM vertirnir í Kroatia áttu heimavøll ímóti Serbia, sást og kendist longu, tá ið tjóðsangirnir vórðu spælir. Áskoðararnir hjá heimaliðnum bríkslaðu og royndu at køva serbiska tjóðsangin.

 

Á vøllinum var eingin ivi um, at heimaliðið var greitt omaná. Sum altíð so vóru kroatarnir hugflogsríkir, skjótir og við góðum bóltførleika. Teir løgdu seg framum 14-9 í fyrra hálvleiki. Serbia hevði lítið at bjóða uppá, og Kroatia vann 32-22.

 

Kroatia verður roknað sum ein av favorittunum at vinna EM. Kroatarnir fingu tó eitt skot fyri bógvin í kvøld, tá ið tað vísti seg, at stjørnuspælarin hjá teimum, Domagoj Duvnjak, varð so mikið skaddur, at tað verður roknað við, at hann ikki verður førur fyri næstu dagarnar at spæla hondbólt, og kanska verður hann als ikki við aftur í hesum endaspælinum.

 

Úrslit í dag

Bólkur A

Kroatia-Serbia 32-22

Svøríki-Ísland 24-26

 

Bólkur B

Frakland-Noreg 32-31

Hvítarussland-Eysturríki 27-26 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her