Leita á in.fo

André Olsen 12.06.2018 (19:00)

Krosslá tekur avgerð innan næstu vikuna

Royndi áleyparin, Jón Krosslá Poulsen, skifti undan hesum kappingarárinum til 07 Vestur, har hann skuldi vera ein av monnunum sum skuldi skjóta tey neyðugu málini fyri, at 07 Vestur kundi fáa eitt gott kappingarár.

 

Men bæði hjá Jón Krosslá Poulsen persónliga og 07 Vestur sum heild, eydnaðist kappingarárið ikki heilt sum vónað var frammanundan. Tí samdust báðir partar fyri góðum mánað síðani um, at steðga samstarvinum.

 

Og skjótt verður greitt, hvat nýggja felagið hjá Jón Krosslá Poulsen fer at vera. Í samrøðu við in.fo sigur Jón Krosslá Poulsen, at avgerð fer at vera tikin innan ta næstu vikuna.

 

-       Avgerðin hjá mær verður tikin í nærmastu framtíð. Antin seinast í hesari vikuni, ella fyrst í næstu viku, sigur Jón Krosslá Poulsen.

 

Hjá Jón Krosslá Poulsen er talan annars um fyrsta steðgin frá fótbólti frá tí hann sum 16 ára gamal, byrjaði á besta liðnum hjá VB.

 

-       Eg havi verið partur av besta liðnum hjá VB og øðrum við, síðani eg var 16 ára gamal, so fótbólturin hevur stýrt tað mesta í mínum lívið. Tí hevur tað eisini verið deiligt at havt frí í nakrar vikur, har man hevur kunna brúkt tíð saman við familjuni. Og nú merki eg eisini veruliga eina svongd eftir at sleppa í gongd aftur, sigur Jón Krosslá Polsen.

 

Royndi áleyparin hevur serliga verið settur í samband við trý feløg. Tey eru barndómsfelagið úr Suðuroynni, TB/FCS/Royn, AB og EB/Streymur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her