Leita á in.fo

Viviann Petersen og liðfelagarnir í VÍF hava vunnið bólk 1 í Faxe Kondi steypakappingini

Heri Simonsen 09.02.2019 (20:20)

Kvinnurnar hjá VÍF vunnu bólk 1

Kvinnurnar hjá VÍF eru á kós at endurvinna Faxe Kondi steypakappingina.

 

Í kvøld vunnu vestmannakvinnur stórsigur 44-20 á Stjørnuna 2 í KÍ-høllini norðuri í Klaksvík. Í steðginum var VÍF á odda 26-7. 

 

Úrslitið merkir, at VÍF vinnur bólk 1 við seks stigum. Í morgin klokkan 16 skulu Neistin og Stjørnan 1 spæla um hvør skal fylgja VÍF í hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá tí dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Neistin og Stjørnan 1 hava tvey stig hvør. Stjørnan 2 endar aftast í bólki 1 við ongum stigi.

 

Toppskjútti hjá VÍF í dag var Brynja Rógvadóttir við átta málum. Ingibjørg Olsen skoraði sjey mál fyri VÍF. Venjarin hjá VÍF, Inga Olsen valdi at spara uppá royndu spælararnar í dag, so tær yngru kundu fáa møguleikan. 

 

Oddvør Josephsen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni 2 við átta málum. Rannvá Jacobsen skoraði fýra mál fyri Stjørnuna 2. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her