Leita á in.fo

Julian Johansen og liðfelagarnir í Kyndli 2 góvu KÍF ein skarpan gang, og taptu við bert einum máli í Kollafirði í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini. Julian Johansen var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum (Savnsmynd)

Heri Simonsen 09.02.2019 (19:50)

Kyndil 2 gav KÍF ein skarpan gang

KÍF var í stórum trupuleikum ímóti Kyndli 2 í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í dag.

 

KÍF vann við bert einum máli 27-26 á gomlu Kyndilsspælarunum, ið prógvaðu, at enn eru knotur í teimum.

 

Í steðginum var Kyndil 2 á odda 14-13. Tá ein minuttur var eftir skoraði Janus Einar Sørensen hjá Kyndli 2 til 27-26, men KÍF reið stormin av seinasta minuttin og fekk harvið tey bæði týðandi stigini í bólki 1. Tá fimm minuttir vóru eftir var støðan 26-22 tll KÍF, men seinastu løtuna kom klinkur í hjá kollfirðingum. 

 

Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá KÍF við 11 málum. Borko Cupara skoraði sjey mál fyri KÍF. 

 

Julian Johansen var toppskjútti hjá Kyndli 2 við níggju málum. Bjarni Sørensen skoraði átta mál fyri Kyndil 2. 

 

Við sigrinum leggur KÍF stórt trýst á VÍF, ið skal spæla ímóti H71 í Hoyvíkshøllini klokkan 16 í morgin. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

H71 og KÍF hava fýra stig. VÍF hevur tvey stig, og Kyndil 2 endar aftast við ongum stigi, men við heiðurligum avriki í seinasta dystinum. 

 

Faxe Kondi-kappingin 2018-19 (hsf.fo)

Bólkur 1:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7126845234
2KÍF38184-34
3VÍF2605552
4Kyndil 237297-250

Hósdagur 24.01.19 kl. 18.00 Kyndil 2 – H71 22-38
Týsdagur 29.01.19 kl. 20.00 VÍF – KÍF 28-31
Sunnudagur 03.02.19 kl. 16.00 VÍF – Kyndil 2 32-24
Sunnudagur 03.02.19 kl. 16.00 H71 – KÍF 30-23
Leygardagur 09.02.19 kl. 18.00 KÍF – Kyndil 27-26
Sunnudagur 10.02.19 kl. 16.00 H71 – VÍF

 

 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her