Kyndil er greipuvinnari

Beinleiðis hondbóltur: Kyndilskvinnur hava vunnið FM-heitið hjá kvinnum í hondbólti

Stórur finaludagur er í dag í hondbóltinum, har báðar tær seinnu FM-finalurnar vera spældar.

 

Fyrr í dag gjørdist greitt at H71 gerst FM-vinnari hjá monnum, eftir at teir vunnu báðar finalurnar móti vestmenningum.

 

Hjá kvinnunum verður finalan spæld júst nú, har Kyndil hevur tað betra útgangsstøðið, eftir at tær vunnu fyrru finaluna.

 

Til ber at fylgja dystinum beinleiðis her:

 

 

Neistin – Kyndil 17-17 (60 minuttir)

 

60 minuttir: So er dysturin í høllini á Hálsi liðugur, har tað er greitt at Kyndil hevur vunnið greipuna. Seinasta minuttin var alt rættiliga kaotiskt. Kyndil misnýtti í álopsstøðu tá fá sekund vóru eftir, og so fekk Neistin møguleikan at koma inn aftur í dystin. Men tað var ov lítið av tíð eftir, og tískil misnýtti Marjun Falkvard Danberg sítt skot. Talan var um eina intensa og spennandi finalu, sum altso endaði við javnleiki. Men av tí at Kyndil vann fyrstu FM-finaluna, vóru tær betri samanlagt, og vunnu tær tískil FM-heitið.

 

58 minuttir: Framvegis ótrúliga spennandi, har liðini blíva við at fylgjast. Støðan er nú 17-17.

 

55 minuttir: Tað hevur verið soltið við málum seinastu løtuna, har verjurnar hjá báðum liðunum hava staðið væl. Men nú er Neistin á odda við einum máli. Serliga høgra síðan hjá Kyndli er tam í álopsstøðu.

 

51 minuttir: Framvegis púra javnt, nú støðan er 16-16. Serliga røsk á liðnum hjá Kyndli er strikuspælarin Bjarta Johansen, sum stríðist manniliga. 

 

47 minuttir: Kyndilskvinnur vilja ikki geva seg og halda á við at hanga í Neistakvinnum. Støðan eftir 47 minuttir er 15-15. 

 

44 minuttir: Nú er Neistin omaná í høllini á Hálsi. Serliga eru tað eldru leikararnir, Jacklin Durhuus og Ása Dam á Neystabø, ið duga væl at fáa bóltarnar í netið. 

 

40 minuttir: Dystargongdin er tann sama. Tað er ikki til at taka dagar ímillum liðini, sum eru so sera jøvn. 13-13 eftir 10 minuttir í seinna hálvleiki.

 

36 minuttir: Tað gongur serstakliga javnt fyri seg í høllini á Hálsi. Kyndil hevur fótað sær væl aftur í dystinum, meðan Neistin ikki heilt hevur fingið tað at riggað enn. Støðan er javnleikur 11-11.

 

32 minuttir: Kyndil megnaði ikki at gagnnýta góðu yvirtalsstøðuna frá byrjan av í seinna hálvleiki, tá Neistin hevði tveir leikarar uttanfyri við útvísing. Støðan er framvegis 9-8 til Neistan.

 

30 minuttir: Eftir at Neistin annars sá út til at draga frá av álvara, broyttist tað beint áðrenn steðgin. Neistin misnýtti góða støðu tá hálvur minuttur var eftir, og í seinasta sekundinum áðrenn tað varð brísklað til hálvleik, eydnaðist tað Turið Arge at minka um munin, soleiðis at hálvleiksstøðan nú er 9-8 til Neistan. Sostatt er annar hálvleikur púra opin. Tá seinni hálvleikur byrjar, situr Marjun Falkvard Danberg uttanfyri við tveimum minuttirs útvísing.

 

25 minuttir: Nú dregur Neistin frá aftur, har kyndilskvinnur gera fleiri óprovokeraðar feilir. Støðan er nú 8-5 til Neistan.

 

22 minuttir: Nú hevur Kyndil fótað sær aftur, eftir at Neistin annars hevur verið omaná eina løtu. Tað er púra javnt, nú støðan er 5-5.

 

16 min: Neistin hevur yvirtakið hesa løtuna, men tað er merkisvert at tað koma so fá mál. Higartil er støðan 5-3 til Neistan. Tað var annars Kyndil sum byrjaði dystin betur, men seinastu løtuna hevur Neistin verið omaná.