Kyndil fær nú tveir møguleikar at røkka FM-finaluni (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Tummas Paula Hanusarson hjá Kyndli og Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum


Teis Horn Rasmussen (Neistin) og Tummas Pauli Hanusarson (Kyndil) vóru gestir hjá Sjúrði H. Hoydal í SportBoxini seinnapartin (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Teis Horn Rasmussen (Neistin) og Tummas Pauli Hanusarson (Kyndil) vóru gestir hjá Sjúrði H. Hoydal í SportBoxini seinnapartin (Mynd: Óli G. Samuelsen)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Tummas Paula Hanusarson hjá Kyndli og Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum í sendingini SportBoxin á FM1 seinnapartin í dag.

 

Báðir peika á hitt liðið sum favoritt sunnudagin klokkan 18 tá liðini møtast í 2. FM-hálvfinaluni, men tað er ein sannroynd, at Kyndil við 24-21 sigrinum í 1. FM-hálvfinaluni stendur við betri kortunum, tí teir hava tey betri kortini í løtuni.

 

Tummas Pauli Hanusarson og Teis Horn Rasmussen vænta báðir ein harðan dyst sunnudagin klokkan 18. Teir staðfesta, at grannauppgerðir eru altíð harðar.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur frá 2. FM-hálvfinaluni millum Neistan og Kyndil á FM1.