Leita á in.fo

Nýggi Kyndilsmálverjin, Jovana Stranjanac. Mynd: Kyndil.fo

Sjúrður Hildarson Hoydal 09.10.2018 (20:30)

Kyndil fær styrk úr Serbia

Kvinnuliðið hjá Kyndli hevur havt tað trupult at byrja við hetta kappingarárið, har liðið liggur niðast við ongum stigi.

 

Frætt hevur verið, at Kyndil hevur leitað eftir leikarum, ið kunnu styrkja liðið, og nú kann felagið kunngera at 24 ára gamla Jovana Stranjanac úr Serbia kemur at spæla við Kyndli.

Heimasíðan hjá Kyndli, Kyndil.fo, skrivar at nýggi málverjin hevur spælt í Serbia alla sína yrksisleið. Hon hevði tilboð frá fleiri øðrum feløgum, men valdi Kyndil fram hesi.

 

Jovana Stranjanac verður eftir ætlan á liðnum, tá ið Neistin og Kyndil bresta saman sunnudagin kl 13.00 í Høllini á Hálsi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her