Kyndil fekk fyrstu stigini

Menninir hjá Kyndli svaraðu aftur upp á eina vánaliga byrjan við óvæntaðum sigri í Vestmanna.

Menninir hjá Kyndli skuldu í kvøld royna at reisa seg eftir eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, har teir fyrstu tríggjar dystirnar hava tapt ímóti StÍF, Team Klaksvík og H71.


Ikki var uppgávan løtt, tí teir skuldu nevniliga á vitjan hjá FM-finalistunum frá í fjør, VÍF. Tað endaði tó við, at Kyndil loypti hvøkk á vestmenningar.


Heimaliðið fekk bestu byrjanina og var á odda 4-2, men tá vaknaði Kyndil og vann seg framum 7-4. Kyndil var eisini á odda 14-10 í hálvleikssteðginum.


Eina løtu í seinna hálvleiki var Kyndil á odda 19-12. VÍF fekk minkað niður í tvey mál á muni, 26-24, men tættari komu teir ongantíð, og Kyndil vann at enda dystin 30-27.


Hetta var fyrsti sigurin hjá Kyndli í ár. Teir hava nú tvey stig fyri fýra dystir, meðan VÍF framvegis hevur tvey stig – nú fyri tríggjar dystir. Teir hava fyrr í ár eisini tapt ímóti H71.


VÍF – Kyndil 27-30 (10-14)


VÍF: Julian Olsen 7, Filip Jojic 6, Bjarti Hansen 5, Andrias Eriksen 3, Sjúrður Olsen 3, Hallur Árason 1, Miki Duko Sørensen 1, Rúni Joensen 1

Útvísingar: 5x2min.


Kyndil: Høgni Klein Olsen 7, John í Innistovu 5, Tummas Pauli Hanusarson 5, Hjalti Mohr Jacobsen 4, Rókur Akralíð 4, Rógvi Dal Christiansen 2, Bartal Klein Olsen 2, Ólavur av Fløtum 1

Útvísingar: 4x2min.