Leita á in.fo

Pætur Albinus 08.02.2018 (21:39)

Kyndil omaná ímóti VÍF

Seinasta av teimum fýra fyrru hálvfinalunum í føroyskum steypahondbólti varð spæld í høllini á Hálsi í kvøld, har menninir hjá Kyndli og VÍF spældu.


VÍF var omaná í fyrra hálvleiki, eina løtu 9-5, men tað svingaði nógv, og Kyndil vann seg inn aftur í dystin. Tað var tó VÍF, sum fór til hálvleiks á odda 15-14.


Í seinna hálvleiki eydnaðist betur hjá Kyndli, sum stundum var á odda við trimum málum, men VÍF fekk tó svarað aftur og fáar minuttir fyri leiklok stóð á jøvnum 25-25.


Tað var tó heimaliðið, sum stóð seg betur í dystarendanum. 27-25 var Kyndil á odda, tá ið Kyndil tók timeout við einans sjey sekundum eftir, og tað eydnaðist í allarevstu løtu Høgna Klein Olsen at fáa bóltin í málið, soleiðis at Kyndil vann 28-25.


Hetta var óivað eitt nøktandi útgangsstøði hjá Kyndli undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Vestmanna sunnudagin kl.16.00.


Kyndil – VÍF 28-25 (14-15)


Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 6, Bartal Klein Olsen 5, Høgni Klein Olsen 3, David Edvardsen 3, Rókur Akralíð 3, Eirikur Simonsen 3, Rógvi Dal-Christiansen 3, Hjalti Mohr Jacobsen 1, Rani Ellingsgaard 1


VÍF: Filip Jojic 12, Julian Olsen 6, Miki Duko Sørensen 2, Andrias Eriksen 2, Sjúrður Olsen 2, Bjarti Hansen 1

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her