Leita á in.fo

André Olsen 10.01.2017 (21:12)

Kyndil vann sannførandi

Ein dystur hevur verið í kvøld í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

Dysturin var í Klaksvík, har Stjørnan tók ímóti Kyndli.

 

Undan dystinum var Kyndil greiður favorittur, tí tær hava higartil í ár verið einaráðandi í kappingini saman við Neistanum.

 

Tað endaði eisini við einum greiðum sigri til Kyndilskvinnur í kvøld. Endaliga úrslitið av dystinum var, at Kyndil vann dystin 27-21. Í hálvleikinum var tó lítið sum bendi á ein so greiðan sigur, tí tá var Kyndil bert á odda við tveimum málum.

 

Hjá Kyndli í kvøld var Turið Arge stóri spælarin. Hon gjørdist toppskjútti við átta málum. Næst henni var Bára Krossteig Hansen, sum skjeyt fimm mál.

 

Hjá Stjørnuni gjørdist Tóra Eliasen toppskjútti. Hon skjeyt sjey mál.

 

Við sigrinum í kvøld er Kyndil komið ájavnt við Neistan á fyrsta plássinum á stigatalvuni. Tað tykist eingin ivi vera um, at tað vera tey bæði liðini sum seinni í ár fara at spæla FM-finalur.

 

Stjørnan - Kyndil 21-27 (10-12)