Leita á in.fo

Pætur Albinus 07.02.2018 (19:44)

Kyndil vann stórsigur

Hol varð sett á fyrru hálvfinalurnar í steypahondbólti í kvøld, har fyrsti dysturin var í høllini í Hoyvík ímillum kvinnuliðini hjá H71 og Kyndil. Her var tað favoritturin, Kyndil, ið vann greiðan sigur.


Kyndil fekk eina dreymabyrjan og legði seg á odda 5-0 eftir góðum átta minuttum. H71-venjarin tók timeout, men lítið hjálpti fyrstu løtuna. H71 fekk ikki fyrsta málið fyrr enn tær minkaðu um munin til 8-1.


H71 fekk gongd á málskjótingina við Mariu H. Weyhe og Ásu K. Hansen, men H71-verjan hevði ilt við at steðga Kyndli og serliga einari væl upplagdari Turið Arge. Kyndil fór til hálvleiks á odda 17-8.


Í seinna hálvleiki helt gongdin fram, og Kyndil fekk eisini økt nakað um leiðsluna, soleiðis at tær vunnu dystin 31-19 og hava tryggjað sær eitt frálíkt útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, ið verður leygardagin kl.18.00.


H71 – Kyndil 19-31 (8-17)

 

 

H71: Maria H. Weyhe 12, Ása K. Hansen 2, Tórhalla Thorsteinsson 2, Sunniva Vatnsdal 2, Durita T. Joensen 1,


Kyndil: Turið Arge 10, Marianna G. Eystberg 7, Bjarta O. Johansen 6, Súna K. Hansen 5, Bára K. Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 1

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her