Kyndilsprofilur til Neistan

Kvinnuliðið hjá Neistanum hevur strykt seg við profili hjá Kyndli

Neistin hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við málverjan, Maju Dragoljubovic. Serbiski málverjin nú verja málið hjá grannunum í komandi kappingarári.

 

Hon hevur spælt við Kyndli seinastu trý árini, har hon hevur staðið sterk í myndini. Maja Dragoljubovic er 37 ár og fødd og uppvaksin í Serbia. Hon er útbúgvin innan “Sport & Physical Education”.

 

Maja byrjaði at spæla profesionellan hondbólt, tá hon var 14 ár. Hon hevur spælt í R.K. Zajecar í Serbia, Z.R.K. Naisa Nis í Serbia, Z.J.R.K. Bor í Serbia, Ankara 1910 Spor Kulubu í Turkalandi og Kyndil, skrivar Neistin á heimasíðuni.